Skip to main content

Tíðindi

160 metrar eftir til skotið verður í gjøgnum

Facebook-vangin Sandoyartunnilin skrivar soleiðis í morgun: Síðan arbeiði byrjað aftur eftir jólafrítíðina, eru 35 metrar boraðir frá Gomlurætt. Boraðir eru nú 10.625 metrar av 10.785 metrum í Sandoyartunlinum. Nú eru 160 metrar eftir til skotið verður í gjøgnum.