Sands skúli

Í skúlanum á Sandi ganga uml. 50 næmingar í fimm flokkum. Átta lærarar undirvísa á skúlanum saman við tveimum stuðlum.

Snotuligi skúlin er nýggjur. Hann varð tikin í nýtslu í 2009, og hevur hann allar nýmótans hentleikar, sum ein skúli í dag hevur tørv á. Tað verið seg teldur til næmingarnar, samvirknar talvur, rúmlig høli við góðum ljóð- og ljós viðurskiftum. Mitt í skúlanum er bókasavnið við hugnaligum lesikrókum.

Skúlin liggur væl fyri, og tí er høgligt at vitja í náttúruni. Bæði sandur, fjøra, hagin, vøtn við ríkum djóra- og plantulívi er í nærumhvørvinum.

Hvønn morgun er morgunløta, sum flokkarnir sjálvir skipa fyri eina viku hvørja ferð. Flokkarnir gera sjálvir av, hvussu morgunløtan verður skipað. Tað kann vera sangur, onkur lítil leikur, kvæði, lestur úr bókum ella okkurt heilt annað.

Sjálv tímatalvan er skipað soleiðis, at tveir teir fyrstu tímarnir eru saman, síðani er morgunløta og fríkorter, tveir tímar saman, matarsteðgur og fríkorter 30 minuttir og eftir tað heldur tímatalvan fram seinnapartin.

Hvørt skúlaár verður skipað fyri tveimum evnisvikum. Evnini kunnu verða vald eftir, eitt nú evnum ella søgum, sum lærararnir brúka í undirvísingini.

Og tá skúlaárið endar verður skipað fyri ítróttardøgunum “Olympiskir dagar”.

Nógv at tilfarinum, ið brúkt verður í undirvísingini, verður tikið úr sagnum og ævintýrum í nærumhvørvinum, og ikki minst nógva søguliga tilfarinum, sum er í sjálvari bygdini og í Skúgvi, har javnan verður vitjað.

Skúlaleiðari er Betty Hansen

Sands skúli, Heimasandsvegur 96, 210 Sandur. Telefon 36 16 47

www.sandsskuli.fo

Sandoyar Meginskúli

Sandoyar Meginskúli er framhaldsskúlin fyri alla Sandoynna. Næmingarnir eru í bygdaskúlunum frá 1. til 5. flokk og halda so fram í Sandoyar Meginskúla í 6. til og við 10. flokk.

Í løtuni eru 75 næmingar og 11 lærarar á skúlanum.

Skúlin stendur í Traðardali við Sandsvatn. Umhvørvið er vakurt, og við skúlan er fótbóltsvøllur, svimjihylur og ítróttarhøll, sum verða nógv brúkt av næmingunum.

Skúlin er væl útgjørdur við nútímans tøkni ­ talgildar talvur og teldustova við farteldum eru tøk.

Meginskúlin er ein skúli, ið hevur eina slíka stødd, at øll kennast. Hetta lættir um samstarvið millum lærarar og næmingar, og eisini millum heim og skúla.

Umframt regluliga skúladagin eru javnan evnisdagar við ymiskum innihaldi.

Hvønn desember eru evnisdagar við ymsum verkstøðum.

Skúlastjóri er Hansa M. Glerfoss

Sandoyar Meginskúli, Heimasandsvegur 142, 210 Sandur. Telefon 36 10 38

www.meginskulin.fo

Sandoyar Meginskúli

https://meginskulin.fo