Skip to main content

Tíðindi

94 ára gamla Harriet Krog Jensen av Sandi skal skjóta síðsta skotið í Sandoyartunlinum

Hósdagin verður síðsta skotið í Sandoyartunnlinum. Havi fingi 94 ára gomlu Harriet Krog Jensen av Sandi at skjóta saman við mær.

Men nú hevur Korona herja alla okkara familju, eisini meg. Ísakaldur og hosti. Liggi undir 2 dýnum. Um mær berst frá, eri eg ikki í iva um at Harriet klárar skotið sjálv.

Soleiðis skrivar Jørgen Niclasen á sínum facebook-vanga.