Tíðindi
Áheitan á borgarar
Veðrið um vikuskiftið - ein avbjóðing
Sagt er frá keðiligum veðri um vikuskiftið. Forsagnirnar seinastu dagarnar hava ikki verið heilt samdar, hvussu viðurskiftini í lufthavinum skulu væntast at broytast. Ikki óvæntað er tað veðrið 3-5 dagar fram, har óvissan hevur verið størst.
Í veðursendingini í sjónvarpinum mánakvøldið segði Turið um veðrið fríggjakvøldið, at tað fór at vera stormur av landsynningi, 23 m/s. Dagin eftir fór hann niður í sunnan, men sama vindferð, 23 m/s. Hon legði í sendingi afturat, at modellini vóru ósamd, og tað kundi fara at broytast nokkso nógv.
LES ALLA FRÁGREIÐINGINA FRÁ VEÐURSTOVUNI HER Veðrið um vikuskiftið - ein avbjóðing - Veðurstova Føroya