Tíðindi
Aksel V. Johannesen: Sands kommuna fær longri hoyringarfreist
Fleiri fólk á Sandoynni og Suðuroynni hava verið frammi og funnist at, hvussu ætlanin er at leiða ferðsluna av einum møguligum Suðuroyartunli millum annað gjøgnum Sands bygd.
Og tey eru als ikki nøgd við ætlanina.
Ein av teimum, sum hevur funnist at ætlanini er Heri Sverrason, borgarstjóri á Sandi.
Ein annar er Marianna Vang Simonsen.
Tey finnast bæði at landsstýrinum, at atlit als ikki eru tikin við í ætlanina hvussu ein møgulig ferðsla fer at gera seg inn á sera náttúruvakra økið á Sandi.
Aksel V. Johannesen sigur at Sands kommuna fær longri hoyringarfreist, so at allar viðmerkingar kunnu koma við.
Tað skrivar Frans Jensen á kvf.fo - HOYR SAMRØÐUNA við AKSEL HER Atfinningar at linjuføringini eru vælkomnar | Kringvarp Føroya