Skip to main content

Tíðindi

Allur fiskurin, sum kemur av Sandsvág, verður blóðgaður á Sandi

Vit eru sera væl nøgd við at hava Sandsvág sum aliøki, sigur Hans Jákup Mikkelsen

 

Tøkan av laksi á Sandsvág byrjar seinni í vár

Í teimum 11 aliringunum, sum Mowi hevur liggjandi á Sandsvág, eru umleið 990.000 laksar, og Hans Jákup Mikkelsen, stjóri í Mowi Føroyar, sigur, at tøkan av teimum fyrstu tonsunum fer at byrja um mánaðarskiftið mars/ apríl.

Stjórin í Mowi Føroyar sigur, at tøkan á Sandsvág fer at vara til einaferð í heyst, og tá væntar hann, at eini 4.000 til 5.000 tons av laksi eru komin úr ringunum á Sandsvág.

- Siga vit, at her svimja 990.000 laksar á umleið fimm kilo hvør, svarar hetta til næstan 5.000 tons. Tað hevur gingið rættiliga væl higartil við hesi útseting, men enn er veturin ikki liðugur.

- Vit eru sera væl nøgd við at hava Sandsvág sum aliøki, og vit eru takksom fyri góða samstarvið, sum er við bæði kommunu og veitarar í økinum annars, sigur Hans Jákup Mikkelsen.

hetta er brot út longri grein, sum stendur á facebook-vanganum hjá Sands Kommunu.