Tíðindi
Anfinn er aftur á bakarínum
Eftir at hava havt bakarí á Sandi í 45 ár, sum læt aftur á heysti í 2016, er Anfinn í Soylu aftur at síggja á bakarínum. Nú er bakaríið ein kiosk - Kioskin á Bakarínum - og kioskin er í húsunum hjá hjúnunum, Anfinni og Karini í Soylu.
Tað eru Eyðvarur Petersen og konan, Inga, sum reka kioskina, og tá Inga onkuntíð hevur verið burtur, hevur hon heitt á bakaran um at syrgja fyri bakstrinum hjá kioskini, og tað hevur Anfinn gjørt nakrar ferðir.
Nú um dagarnar er tað Anfinn, tú hittir í kioskini sum bakara. Soleiðis var gjáramorgunin, og soleiðis er aftur í morgun. Gamla bakaríið er burtur, og nú er baksturin forbakaður, tá hann fer í ovnarnar.
Hin 30. september í 2016 var stór móttøka fyri Anfinni og Karini í Virkinum á Sandi, sum kommunurnar í Sandoynni skipaðu fyri. Kommunurnar vildu heiðra hjúnini fyri trúgva og drúgva tænastu, nú tey lótu bakaríið aftur.
Áhugaverda greinin stendur á in.fo.......LES ALLA GREININA HER in.fo - fyrst og fremst