Skip to main content

Tíðindi

Arbeiðsloysið var 1 prosent í februar

Í februar vóru 352 persónar raktir av arbeiðsloysi, sum er 61 færri enn í sama mánað árið fyri.

Hetta er ein lítil minking í mun til sama mánað árið fyri. Arbeiðsloysið er størri hja monnum enn hjá kvinnum.

Í februar vóru 352 persónar raktir av arbeiðsloysi, sum er 61 færri enn í sama mánað árið fyri. 

Fulltíðararbeiðsleys er talið av teimum, sum eru rakt av arbeiðsloysi, umroknað til fulla tíð fyri mánaðin. Til dømis telja tveir persónar, sum hava verið arbeiðsleysir í ein hálvan mánað hvør, samanlagt sum ein fulltíðararbeiðsleysur persónur. Í februar vóru tað 301 fulltíðararbeiðsleys, sum eru 32 færri enn í februar í fjør. 

LES ALT HER Arbeiðsloysið var 1 prosent í februar | Hagstova Føroya