Tíðindi
Átta sethús standa í gerð - ella eru ávegis í gerð í Sands kommunu í løtuni
Tað fer nógv bygging fram í Sands kommunu í hesum døgum.
Hugvekjandi og sera jaligt, at sandsbygd eigur fólk við áræði og kærleika til bygdina, soleiðis at tey velja at byggja sær heimið á hesum staði.
Tað er sjón fyri søgn, at tað grør um gangandi fót á Sandi í hesum døgum, har fleiri sethús nú standa í gerð.
Í stóru útstykkingini, sum Sands kommuna hevur gjørt, verður eisini bygdur nýggjur barnagarður til umleið 100 børn.
Tað skrivar in.fo.