Skip to main content

Tíðindi

Baldur, er stúrin um, at vegurin til Suðuroyartunnilin fer gjøgnum Sands bygd

Innslag í Dagur & Viku - hoyr samrøðuna við Baldur av Skarði her síðuni

 

Í hesum døgum verður skipað fyri kunningartiltaki um Suðuroyartunnilin. Í gjárkvøldið var kunningarfundur heima á Sandi, og Mørkin Mikla var stúgvandi full av áhoyrarum.

Baldur av Skarði, sum er fluttur til Sands við húski, er stúrin um, at vegurin til Suðuroyartunnilin fer gjøgnum Sands bygd.

Hann vísir á, at verður ferðslan meira enn tvifaldað, verður tað ótrygt bæði hjá børnum og vaksnum.

Baldur av Skarði heldur eisini vansar vera, at tunnilsmunnin verður í Djúpadali við Stóravatn, tí vandi er fyri umhvørvinum har,  

Hann sigur, at lítið hevur verið kunnað um verkætlanina, og hoyringarfreistin til størstu verkætlan ú landinum er eisini sera stutt.

Hoyr samrøðu, sum Annika Bolton Mortensen gjørdi við Baldur av Skarði í Degi og Viku í gjárkvøldið: TRÝST HER Stúrin um vegaføringina til Suðuroyartunnilin | Kringvarp Føroya