Tíðindi
Borgarafundur á Sandi - øll eru vælkomin
Fundurin er um tunnilsætlanina, linjuføringina av Suðuroyartunlinum við tilhoyrandi vegakervum í Sands kommunu.
Í lógaruppskotinum eru tveir møguleikar, um vegaføring nevndir, annar eystanfyri Sandsvatn, hin vestanfyri Sandsivatn.
Møtið fjølment.
Borgarafundurin verður grundarlag undur hoyringarskrivi, sum Sands kommuna fer at senda mynduleikunum.
Í panelinum verða:
sitandi borgarstjóri og komandi borgarstjóri, umboð fyri áhugafelagið “Veltan”,
umboð fyri landbúnaðin ( bøndurnar ),
umboð fyri náttúruvernd,
umboð fyri Skúgvoynna og
Jón Sigurdsson fer at leggja fram alternativar loysnir.
Fundarluttakararnir fáa høvi at seta spurningar og koma við viðmerkingum.
Sands kommuna.