Tíðindi
Borgarafundur var á Sandi í gjárkvøldið
Eini 80-90 fólk møttu á borgarafundi heima á Sandi í gjárkvøldið.
Tað var Sands kommuna, sum vildi vita, hvat heimasandsfólk siga um vegaføringar í og uttan um bygdina, í samband við Suðuroyatunnilin.
Kristian Oskar Henriksen, borgarstjóri, sigur, at niðurstøðan á fundinum var, at heimasandsfólk vilja hava tunnilsmunnan til Suðuroyartunnilin norðan fyri bygdina, sum er alternativa farleiðin, ið tunnilsbólkurin við Jón Sigurdssyni og Kristiani Stórhamar hava skotið upp.
Freistin at koma við viðmerkingum til uppskotið um linjuføringina til Suðuroyartunnilin er í morgin klokkan 16.
Hoyr samrøðu við Kristian Oskar Henriksen í útvarpstíðindunum: TRÝST HER Heimasandsfólk vilja hava tunnilsmunnan norðan fyri bygdina | Kringvarp Føroya
Myndina og tekstin eigur kvf.fo

