Skip to main content

Tíðindi

Bórgarstjórarnir í Sandoynni

bræv frá stjóranum í Sandoyartunnlinum

Til:

Marjun Debes, borgarstjóri í Skopunar kommunu

Kristian Oskar Henriksen, borgarstjóri í Sands kommunu

Anna P. L. Olsen, borgarstjóri í Húsavíkar kommunu

Linjohn Christiansen, borgarstjóri í Skálavíkar kommunu

Jóanis Í Hoygarðinum, borgarstjóri í Skúgvoyar kommunu

 

Viðv. Sandoyartunnilin

Vísandi til fundin vit høvdu herfyri, vilja vit við hesum taka samanum, tað vit umrøddu á fundinum.

Síðan Sandoyartunnilin varð tikin í nýtslu, hava vit til tíðir, og serliga í summarmánaðunum,  staðfest nógvan fukt inni í tunlinum. Hetta hevur havt við sær, at sýnið av og á hevur verið vánaligt. Fyribrigdið er ikki eindømi fyri Sandoyartunnilin, men er eisini kent úr øðrum tunlum, serliga í Norra.

Fukturin í Sandoyartunlinum er millum annað tengdur at ferðsluni, veðrinum uttanfyri, hitamuninum inni í tunlinum, støðuni niðri á botni og við tunnilsmunnarnar, umframt øðrum skiftandi viðurskiftum.

Í Sandoyartunlinum, eins og í hinum undirsjóvartunlunum, eru ymiskar ávaringarskipanir, sum seta vifturnar í gongd sjálvvirkandi. Millum annað eru siktmátarar, sum boða frá, um roykur ella “mjørki” er í tunlinum. Hesir mátarar hava áður verið stillaðir til at seta vifturnar í gongd, tá “mjørki” hevði verið máldur í 10 minuttir. Hetta varð í aug./sept. seinasta ár stytt niður í 2 minuttir, soleiðis at vifturnar fara skjótari í gongd sjálvvirkandi enn áður.

Seinasta árið hava vit eisini roynt at halda fuktinum niðri við at tendra vifturnar manuelt, bæði fyrrapart og seinnapart – frá kl. 06.00 til 08.00 og aftur frá kl. 15.00 til 17.00. Hetta tyktist at hjálpa í eina tíð og hevur koyrt gjøgnum veturin og várið. Trupulleikin er tó komin aftur, hóast ongar broytingar eru gjørdar í skipanini. Hetta vísir, at trupulleikin ikki einans kann loysast við vanligari nýtslu av viftunum.

Vit hava eisini staðfest, at tað eru dagar, har tendring av viftunum kann hava við sær, at fuktur ella “mjørki” kemur í tunnilin ella versnar eina tíð. Hetta undirstrikar, at neyðugt er at fáa betri mátingar og neyvari grundarlag fyri stýringini.

Vit hava tí bílagt nýggjar mátarar og tilhoyrandi útgerð, sum skulu setast upp í tunlinum. Hesi tólini fara at máta fukt, hita og døggpunkt, og vónin er, at tey kunnu hjálpa okkum at finna orsøkina til trupulleikan og gera stýringina av viftunum enn betri.

Royndir frá øðrum tunlum hava víst, at veðurlagið kann hava ávirkan, serliga munurin á hátrýst og lágtrýst. Til at kann hetta fyribrigdi, hevur serfrøðingur bjóða seg til at kanna hetta.

Síðan fundin hava vit hildið fram at fylgja gongdini neyvt. Í eina tíð hava vifturnar næstan ikki verið í gongd, men um vikuskiftið koyrdu 18 viftur í meira enn eitt samdøgur, samstundis sum nógv fukt framvegis var í tunlinum. Í sambandi við hetta duttu sikringarnar til fýra viftur út.

Tá allar 18 vifturnar vórðu steðgaðar, staðfestu vit, at fukturin minkaði, og eftir umleið tveimum tímum var hann burtur. Vegbanin var tó framvegis vátur orsakað av nógva fuktinum frammanundan.

Ein afturvendandi avbjóðing er, at verðandi fuktmátarin við Gomlurætt er staðsettur beint við fýra viftur. Tá hesar vifturnar fara í gongd, fellur virðið frá mátaranum skjótt, hóast fuktur framvegis kann vera longri inni í tunlinum. Hetta ger tað truplari at fáa eina fullfíggjaða mynd av støðuni.

Vit fylgja framhaldandi støðuni javnan og vænta, at nýggju mátararnir fara at geva okkum eitt betri grundarlag at arbeiða víðari við. Endamálið er at fáa eina tryggari og meira nágreiniliga stýring av viftunum, so fukturin í mest møguligan mun verður avmarkaður, uttan at hetta ávirkar aðrar trygdarskipanir í tunlinum.

Vit eru hørm um, at nøkur endalig loysn ikki er funnin á trupuleikan, men við hesum vilja vit tryggja tykkum, at trupulleikin verður tikin í størsta álvara, og at arbeitt verður miðvíst við at finna eina so góða og haldgóða loysn sum gjørligt.

Tá vit vita meira nágreiniligt um henda trupuleikan, vilja vit fegin greiða tykkum frá.

Saltangará, 31. august 2026

Vinaliga

Sandoyartunnilin

Uni Danielsen