Tíðindi
Borgarstjórin á Sandi hevur verið á fundi við tunnilsfelagið
Tunnilsfelagið uppskot um nýggja vegaloysn á Sandi
Hoyr samrøðuna við m.a Kristian Oskar Henriksen, borgarstjóri og Poul Klementsen HER Tunnilsfelagið uppskot um nýggja vegaloysn á Sandi | Kringvarp Føroya
Skotið verður upp at gera nýggjan veg á Hamrinum eystan fyri bygdina, men øll í bygdaráðnum eru ikki so fegin um tað, tí har kann vera vindhart
Tunnilsfelagið, sum fyrireikar Suðuroyartunnilin, ætlar nú at sleppa uttan um Sands bygd við einum nýggjum vegi uppi á Hamrinum eystan fyri bygdina.
Kristian Oskar Henriksen, borgarstjóri, sigur, at tað er ein møguleiki at leggja vegin uppi á Hamrinum.
Áðrenn verkætlanin hjá tunnilsfelagnum var løgd fram í november, hevði felagið ikki tosað við Sands og Hvalbiar kommunur, um hvussu ein tunnil fór at ávirka ferðsluna gjøgnum bygdirnar.
Men nú í januar hevur tunnilsfelagið tosað við kommunurnar.
Borgarstjórin á Sandi hevur verið á fundi við tunnilsfelagið, og felagið hevur lagt fram eitt uppskot, so tað slepst undan allari tungu ferðsluni í bygdini.
Poul Klementsen, bóndi og bygdarráðslimur tekur als ikki undir við ætlanini
Jón Sigurdsson og Kristian Stórhamar arbeiða nú við einum nýggjum uppskot, har tunnilin verður umleið 800 metrar longri, og fer niður innan fyri Múlan
Tað skrivar Frants Jensen á kvf.