Skip to main content

Tíðindi

Broyting í byggisamtyktini fyri Sands Kommunu

Øki F, kemur eftir hesum at hava heiti: øki F2-Landbúnaður.

Sambært § 6 í løgtingslóg nr. 13 frá 21 mai 1954 um býarskipanir og byggisamtyktir við seinni broytingum verður við hesum gjørt kunnugt, at kommunustýrið á Sandi, á fundi 30.06.2025 samtykti broyting í almennu byggisamtyktini fyri Sands kommunu. Ætlaða broytingin hevur eisini verið umrødd og løgd fram í 2024, men verður við hesum løgd fram av nýggjum.

Ætlaða broytingin er:

  1. at seta inn nýggjan økispart undir øki F, sum kemur at hava heiti: øki F2-Landbúnaður. Í hesum økisparti er ætlanin at hava serreglur, ið heimila og skipa uppsetan av Sólorkulund, tænastuøki, tøknibygningum og vegir til økið.
  2. at broyta kortskjalið fyri almennu byggisamtyktina, soleiðis at matr.nr. 636d, 637 og partur av matr.nr. 387c, verður broytt frá øki F landbúnaður til øki F2 landbúnaður.

 

Tilfar, sum lýsir broytingina, liggur frammi á kommunuskrivstovuni frá 02.07.2025 til 23.07.2025 í vanligari avgreiðslutíð.

Møgulig mótmæli ella broytingaruppskot verða at lata Sands kommunu skrivliga, í seinasta lagi 13.08.2025.

Sands Kommuna

Mørkin Mikla 3

FO- 210 Sandur