Skip to main content

Tíðindi

Broyting í byggisamtyktini fyri Sands Kommunu

talan er um serreglur, ið heimila og skipa uppsetan av vindmyllum, tænastuøkjum, tilkoyring og vegir á økinum

 

Sambært § 6, stk. 6, í løgtingslóg nr. 13 frá 21 mai 1954 um býarskipanir og byggisamtyktir, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 31 frá 17. mars 2022, verður við hesum gjørt kunnugt, at kommunustýrið á Sandi, á fundi 4. juli 2025 samtykti broyting í almennu byggisamtyktini fyri Sands kommunu. Ætlaða broytingin hevur eisini verið umrødd og løgd fram í 2024, men verður við hesum løgd fram av nýggjum. Umhvørvismálaráðið hevur játtað Sands kommunu stytta freist í sambandi við hoyringina.

 

Ætlaða broytingin er:

  1. At seta inn eitt nýggjan økispart undir øki F, sum kemur at hava heiti: øki F1-Landbúnaður. Í hesum økisparti, er ætlanin at hava serreglur, ið heimila og skipa uppsetan av vindmyllum, tænastuøkjum, tilkoyring og vegir á økinum.
  2. At broyta kortskjalið fyri almennu byggisamtyktina soleiðis, at partar av hagapørtunum, matr.nr. 388a, 389a, 389b, 391, 392, og matr.nr. 399 verður broytt frá øki F landbúnaður til øki F1 landbúnaður.

Tilfar, sum lýsir broytingina, liggur frammi á kommunuskrivstovuni frá 8. juli 2025 til 15. juli 2025 í vanligari avgreiðslutíð.

Møgulig mótmæli ella broytingaruppskot verða at lata Sands kommunu skrivliga, í seinasta lagi 15. juli 2025.

Sands Kommuna

Mørkin Mikla 3

FO- 210 Sandur