Tíðindi
Café 58
Um vikuskiftið læt nýggj kaffistova upp á Sandi, Café 58, sum hjúnini, Jacobina og Finnleif Fagradal, eiga og reka.
- Hjartans tøkk øll, ið komu á gátt. Vit gleða okkum til, at fleiri gestir fara at støkka inn á gólvið komandi tíðina.
Soleiðis siga tey á Facebook-vanganum hjá nýggju kafé'ini, sum heldur til í bygninginum, har Posta var.
Her eru góð parkeringsviðurskifti, og tí er lætt hjá viðskiftafólki at støkka inn á gólvið á Café 58.
Sandur hevur bæði matvøruhandilin, Eldús og Kioskina á Bakarínum.
Nú kunnu fólk eisini vitja á Café 58, eins og høvi er at vitja á Retro, sum nú hevur verið opin í eina tíð á Sandi.
Myndina eigur Café 58.
tað skrivar in.fo