Tíðindi
Dánial Petur, Ása og Guðrun Zachariasen
Læknaviðurskiftini í Sandoyar Sýslu í fasta legu.
Í framtíðini verða læknaviðurskiftini í fastari legu, tað er gjørd avtala við tríggjar sera dugnaligar læknar um skiftivís at røkja læknaviðtaluna í Sandoyar sýslu. Læknavitalan er staðsett á Sandi.
Tey trý, sum eru sett í fast starv eru, Dánial Petur Højgaard, Ása Jacobsen og Guðrun Zachariasen. Jonna Krog Poulsen verður fastur læknaskrivari. Mett verður, at henda avtalan er av tí allar besta og verður heilt víst til gagns fyri fólkið í Sandoyar Sýslu.
Kommunustýrini í sýsluni eiga stórt rós fyri, at avtalan kundi gerast veruleiki. Læknatoymið, saman við læknaskrivaranum, eigur samstundis stórt rós og takk fyri tað megnar arbeiðið, sum tit hava gjørt fyri, at avtalan bleiv veruleiki.
Læknaviðurskiftini í Sandoyar sýslu í fasta legu.
Í framtíðini verða læknaviðurskiftini í fastari legu og tað er gjørd avtala við 3 sera dugnaligar læknar um skiftivís at røkja læknaviðtaluna í Sandoyar sýslu. Læknavitalan er staðsett á Sandi.
Tey 3, sum eru sett í fast starv eru: Dánial Petur Højgaard
Ása Jacobsen og Guðrun Zachariasen. Jonna Krog Poulsen verður fastur læknaskrivari.
Mett verður, at avtalan er tað besta av tí besta, sum heilt víst kemur at verða til stórt gagn fyri fólkið, sum her búleikast.
Kommunustýrini í sýsluni eiga stórt rós fyri at avtalan kundi gerðast veruleiki.
Læknatoymið, saman við læknaskrivaranum, eigur samstundis stórt rós og takk fyri tað megnararbeiði, sum tit hava gjørt fyri at avtalan gjørdist veruleiki.
Sands kommuna ynskir tykkum øllum á læknamiðstøðini hjartaliga vælkomin.
Samstarv er vegurin fram.