Skip to main content

Tíðindi

Edvard bjóðaði Sands kommunu tollin og borðskeytan

Heimafturkomin eftir útlegd í mong ár

 

Edvard í Skorini hevur sjálvur verið á Sandi og handað gávuna til Sands kommunu. 

Tollurin og borðsskeytin hanga nú í prýðiligu hølunum hjá Sands kommunu

Tá hátíðarløtan var fyri minnismerki, yvir hendingina tá 10 mannafarið Føringurin bjargaði 2 bátsmanningum ódnarveðri 14 mars 1940, segði borgarstjórin nøkur orð.

Millum annað segði hann, at einki var eftir av 10 mannafarinum Føringinum, uttan navnabrettið, sum er í varðveitslu hjá ungmannafelagnum Virkinum.

Men so var ikki. Tá hátíðarløtan var komin at enda, kom Edvard í Skorini Joensen við einum tolli og við einum borðsskeyta av Føringinum. 

Hann greiddi frá, at Kai Nolsøe hevði bjargað tollinum og borðsskeytanum beint áðrenn Føringurin bleiv burturbeindur.

Meir er at lesa um minnisløtuna, um fyri minnismerkið á facebook-vanganum hjá Sands kommunu.