Skip to main content

Tíðindi

Effo lægsta boðið, men størstu príshækkingina

Vindmyllulund í Klivaløkshaga

Effo hevur lægsta boðið, men størstu príshækkingina. Magn hevur hægsta boðið, men onga príshækking innlagda.

Tað vísir innlit, sum Kringvarpið hevur fingið í tilboðini upp á vindmyllulund í Klivaløkshaga í Sandoynni. Tilboðini komu inn í gjár.

Effo hevur tvey tilboð: Annað sigur, at prísurin verður 25,90 oyru fyri kilowatttíman, og hitt er 26,10 oyru fyri kilowatttíman. Aftrat hesum kemur ein prísvøkstur upp á  2,5 prosent um árið.

Tilboðið hjá Magn er 30,70 oyru fyri kilowatttíman, men har er eingin prísvøkstur lagdur aftrat

Felagið Vindorka undir stovnan hjá Jóhan í Niðristovu hevur eisini tvey tilboð, ávikavist 27,40 oyru og 26,97 oyru fyri kilowatttíman, og har er prísvøksturin 1,25 prosent um árið.

Tilboðið hjá SEV er 29,60 fyri kilowatttíman við einum prísvøkstri upp á 1 prosent.

Tað skrivar Ingi Rasmussen á kvf.fo