Tíðindi
Ein áheitan á landsins myndugleikar
Sands kommuna heitir á landsins myndugleikar um at kanna allar møguleikar neyvt, so at suðuroyingar, skúvoyingar og sandoyggjafólk kunnu kenna seg trygg við tunnilsverkætlanina og vita, at framtíðarloysnin við einum Suðuroyartunli verður hin besta – fyri okkum og okkara eftirkomarar.
Ymiskar meiningar eru millum leik og lærd um, hvar tunnilin skal byrja her í Sandoynni, og hvussu vegaføringin skal verða, og her gerast øll neyvan samd um, hvør besta loysnin er.
Men, fyri okkum her í Sands kommunu er tað avgerandi, at vit ikki fáa eina loysn, sum ger seg óneyðuga nógv inn á okkara vøkru oyggj og náttúru, samstundis sum vit ynska, at ferðslutryggleikin altíð er í hásæti.
Tað er serliga tunga ferðslan í byggitíðini og í tíðini, tá Suðuroyartunnilin verður liðugur, sum stúrt verður fyri, og her skal besta og tryggasta loysnin finnast.
Tað er tí okkara inniliga áheitan og vón, at okkum her í Sands kommunu verður víst virðing frá landsins myndugleikum – at vit verða tikin við upp á ráð, og at allar loysnir verða kannaðar væl og virðiliga, og at hesar verða viðgjørdar á einum sakligum grundarlag.
Vit góðtaka ikki, at lætt verður farið um tann veruleika, at Suðuroyartunnilin, sum vit sjálvsagt ynskja suðuroyingum, fer at gera ov stór inntriv í okkara bygd og náttúru, og vit góðtaka ikki, at slakað verður við ferðslutryggleikanum.
Vit eru ikki myndugleiki á økinum, tá ræður um landsvegakervið, men vit ynskja at verða við og verða hoyrd, tá okkara bygd og okkara kommuna er partur av hesum framtíðar vegakervi.
Sum kommuna, ið verður partur av hesi útbygging av landsvegakervinum, vilja vit tryggja okkum, at besta og tryggasta framtíðarloysnin til Suðuroyarleiðina verður funnin, og vit ynskja, at okkara sjónarmið verða hoyrd og tikin til eftirtektar.
Kristian Oskar Henriksen, borgarstjóri