Skip to main content

Tíðindi

Konfirmanturin hevði stórt skegg

”Á sumri hetta árið var gamla kirkjan tikin niður, og farið var undir at byggja ta nýggju. Henda sætta kirkjan var umleið dupult so stór í vídd sum hon gamla, og rúmar hon 230 fólkum. Skjótt var arbeitt, tí longu 8. september varð hon vígd”.

Søgan um konfirmantin kemur seinni í hesi greinini.
 

Sands kirkja – grein 1.
Tær nýtist ikki at gáa um tað frammanundan. Í somu løtu tú nærkast hesi nærum 200 ára gomlu kirkjuna á Sandi, merkir tú bara, at her ert tú komin higar at hoyra Harrans orð á søguligari og góðari kirkjuligari grund.

Eitt er tað, at henda kirkjan er vígd í 1839. Uppaftur meiri søguligt verður tað, at hetta er í roynd og veru sætta kirkjan sum bygdarfólkið hevur savnast saman at hoyra Guds orð.
Fyri at gera søguna enn meiri áhugaverda, so funnu tey í 1863 ikki færri enn 98 silvurmyntir og brot av einum silvurbandi. Myntirnir eru frá umleið ár 1000 til uml. 1080-90 og stava frá ymiskum europeiskum londum, Írlandi, Onglandi, Týsklandi, Ungarn, Noregi og Danmark. Myntirnir eru sera sjaldsamir, og teirra millum slíkir, ið eingi onnur eintøk eru av.

Meiri enn 100 ár seinni, í 1969/70 vóru fleiri myntir funnir, flestir norskir og eru teir elstu eru frá døgum Hákunar kongs Hákunarson, tað vil siga frá uml. 1220-60.

Nevnast kann, at gamla kirkjuklokkan varð umstoytt í 1846, og helst er tað sama klokkan, sum varð umstoytt í 1712. Í sambandi við stóru umvælingina av kirkjuni varð nýggj klokka hongd upp, givin av Hansinu og Mouritsi Mohr.
Á klokkuni stendur hetta ørindi, ið Frímann á Brúnni, sum var prestur her frá 1970 til 76, hevur yrkt:

Við málmsins rødd eg lati kalla
í kirkju fólkið alt um stund,
at sessast um Guðs náði alla,
sum hon er til á lívsins grund,
tað Jesu orð – við dóp og borð –

at frelsan fullgjørd er.

Boðskapurin um Jesus er kortini tann sami sum frá fyrsta degi. Og higar hava fólk leitað sær í kirkjuna í gleði og sorg, og fyri at hoyra Harran tala við tey. At so boðskapurin er 2000 ár og nógv eldri enn tað, hevur einki at siga, tí Gud er hin sami nú sum áður!

Hesar komandi vikurnar fara vit at hitta trý av teimum, sum regluliga eru at finna í kirkjuni, tá kirkjuklokkan kallast til gudstænastu. Í dag fyrst eitt sindur um sjálva kirkjuna, sum er skrivað við upplýsingum úr eini grein eftir Pól á Kletti, sála, í 2014, tá kirkjan fylti 175 ár.
 

Kirkjur í 1000 ár
Sands kirkja varð vígd 8. september í 1839, og er henda kirkjan framvegis í brúki til allar kirkjuligar handlingar í bygdini.

Í 1969 var farið undir at umvæla kirkjuna, og tá ið gólvið varð tikið upp og gravað varð fyri stúttum undir gólvinum, varð komið niður á beinagrindir.

Arbeiðið varð steðgað og fornfrøðingar boðsendir. Danski fornfrøðingurin Knud J. Krogh var beint tá staddur í Føroyum. Tá hann fór til Sands, fekk hann beinanvegin so stóran áhuga fyri kirkjuni, at hann gjørdi av, saman við Føroya Fornminnissavni, at fara undir forngrevstur.

Úrslitið varð, at undir núverandi kirkju funnu teir leivdir av fimm eldri kirkjum, hvør oman á aðrari. Tann elsta var ein stavkirkja sum helst er evnað til í Noregi og síðani førd til Føroya.

Staðfestast kann at seks kirkjur hava verið á Sandi:

1. kirkjan frá uml. 1000-1100
2. kirkjan frá uml. 1200
3. kirkjan frá uml. 1550
4. kirkjan frá 1712
5. kirkjan frá 1763
6. kirkjan (tann núverandi) frá 1839.

Kirkjan, ið stóð undan núverandi kirkju var bert 76 ára gomul, so neyvan hevur hon verið í so ringum standi, at neyðugt hevur verið at taka hana niður. Orsøkin man heldur vera tann, at hon hevur verið ov lítil.

Eftir støddini at døma (13 m × 4,9 m) hevur hon neyvan rúmað meira enn 80 fólkum, og í 1839 var manntalið í sóknini (Sandur og Skopun) umleið 250.
Eisini tað, at nógvar nýggjar kirkjur longu tá vóru bygdar kring landið, hevur helst skundað undir hesa bygging.

Konfirmanturin hevði skegg
Vit halda líka fast í byggingini av hesi kirkjuni í 1839. Á sumri hetta árið var gamla kirkjan tikin niður, og farið var undir at byggja ta nýggju.
Henda sætta kirkjan var umleið dupult so stór í vídd sum hon gamla, og rúmar hon 230 fólkum. Skjótt var arbeitt, tí longu 8. september varð hon vígd, og so byrjaði gudstænastur og aðrar kirkjuligar tænastur.

Fyrsta konfirmatión var á vári 1840, tá ið Andreas Chr. Pontoppidan var komin til Sands sum prestur. Tá vóru bert várkonfirmatiónir, og fyrsti sunnudagur eftir páskir var fastur konfirmatiónsdagur.
 

Um hetta mundi vóru konfirmatiónirnar næstan altíð á Sandi. Tann fyrsta eftir 1840, sum ikki var á Sandi, var í Skálavík 1856.

Tá ið prestaskifti var, hendi tað seg, at ár fóru burtur ímillum við ongari konfirmatión. Soleiðis var í 1880, tá ið Ludvig Th. Bruun prestur var farin og Fríðrikur Petersen kom.
Nevnast kann, at í 1881 vóru ikki færri enn 37 konfirmantar.

»Abbi mín, Óli á Klettum var ein teirra, og hann segði frá, at ein av konfirmantunum, Jóhan í Gomlustovu á Skarvanesi, hevði stórt skegg«, sigur Ólavur Clementsen.

Fyrsta jarðarferðin var 25. mars 1840. Tað var fyrrverandi sýslumaðurin, Johan Michael Hentze, ið fór til gravar henda dag. Hann datt oman í Líðini 19. mars og varð funnin annan dagin eftir.

17 prestar
Fyrsta brúðarvígslan var 19. august 1841. Tey ið giftust vóru skúlalærarin Sámal Jensen undir Brekkuni á Sandi og Marin (Meya) Jensdatter úr Lofti í Húsavík.

Fyrsta konfirmatión var á vári 1840, tá ið Andreas Chr. Pontoppidan var komin til Sands sum prestur. Tá vóru bert várkonfirmatiónir, og fyrsti sunnudagur eftir páskir var fastur konfirmatiónsdagur.

Og 22. oktober 1839 hevði Fr. Chr. Schouw prestur fyrsta barnadópin í nýggju kirkjuni. Hetta var ein drongur, Poul, sonur Jógvan og Sunnivu í Búðini á Sandi.

Og so enda vit henda partin við at siga, at sunnudagin 9. oktober var bæði altargangur og barnadópur í kirkjuni, har eitt dreingjabarn var borið til dópin.

So kann verða nevnt, at síðani 1839 hava verið seytjan sóknarprestar í Sandoyar prestagjaldi. Tann fyrsti var Frederik Christian Schouw, ið var sóknarprestur frá 1838 til 1839.

Tann seytjandi er Havstein Klein, sum hevur verið prestur her síðani 2014.

Orð: Snorri Brend (www.folkakirkjan.fo)

Myndin er tilvirdarliga ( av netinum )