Tíðindi
Eini seks størv eru knýtt at alingini á Sandi alt árið
Tað hevur tikið sína tíð at byggja alingina á Sandsvág upp, og her hava verið ymiskar avbjóðingar, ásannar stjórin í Mowi og vísir á, at tey fyrstu árini lógu ringarnir ytri á vágni, og tað vísti seg, at tá uppgangur var, riggaði hetta ikki so væl, tí fiskurin gjørdist strongdur.
Í byrjanini av tíðini á Sandsvág hendu eisini óhapp, men nú ringarnir liggja innari á vágni, og allur aliútbúnaður er av sterkasta slag, er alingin komin í eina betri og tryggari legu. Hans Jákup Mikkelsen vísir á, at síðan Sandoyartunnilin læt upp í desember mánaði í fjør, er alt eisini vorðið nógv lættari við bæði útseting og tøku.
- Tá vit fyrr í ár tóku seinastu nøgdirnar av laksi á Sandi, kundu vit koyra beinleiðis av bryggjuni á Sandi og norður á virkið á Strondum. Knappliga var óneyðugt við bílegging og bíðitíð til Teistan, og í staðin varð koyrt gjøgnum tveir undirsjóvartunlar – bæði suður og norður aftur við fiski.
Tað skrivaði Sosialurin í vikuskiftisútgávuni síni 28. Juni. Í vikuni stóð greinin eisini á in.fo, har øll greinin kann lesast HER in.fo - fyrst og fremst