Skip to main content

Tíðindi

Endurnýtslubingja sett upp úti í Støð

Tit eru vælkomin at seta nýtilig ting, sum kunnu endurnýtast í bingjuna

Sands kommuna hevur sett eina bingju á ruskplássið úti í støð og reglurnar eru soljóðandi:

Íbúgvararnir á Sandi eru vælkomnir at seta nýtilig ting, sum kunnu endurnýtast, í bingjuna eins og tit eisini eru vælkomin at taka úr bingjuni.

Sands kommuna hevur eftirlit við bingjuni og tá mett verður, at ting hava staðið ov leingi ella fult er, verða tey beind burtur.

Fólk verða vinarliga biðin um at fara væl um, tá tey seta ting í bingjuna.

Sands kommuna