Skip to main content

Tíðindi

Eplafestivalurin á Sandi er settur til 28. september

Enn er skráin ikki kunngjørd

Í gjár boðaðu fyrireikararnir av Eplafestivalinum frá, at nú er avgerð tikin, at festivalurin verður uppafturtikin í ár.

Á Eplafestivalunum sum fyrr eru hildnir eru nógv fólk komin uttanífrá. 

Fyrr máttu gestir uttanífrá koma um fjørðin við Teistanum, men tað er ikki neyðugt longur, tí nú er koyrandi ígjøgnum Sandoyartunnilin.

Skráin fyri Eplafestivalin er enn ikki almannakunngjørd.