Skip to main content

Tíðindi

Eplafestivalurin fluttur til 12. okt.

Skráin er HER

Eplafestivalurin er eitt afturvendandi tiltak á Sandi, har matvøruframleiðarar úr øllum landinum savnast fyri at vísa fram og fagna føroyskum grønmeti og øðrum føroyskum matvørum. Í ár verður festivalurin so útsettur eina viku vegna vánaliga veðrið. 

  • Festivalurin verður fluttur eina viku fram, men skráin verður áleið tann sama, siga fyriskipararnir, sum sjálvboðið hava skipað fyri festivalinum í fleiri ár. 

  • Vit hava lagt nógva orku í festivalin, og í ár halda vit, at skráin er betur enn nakrantíð, so tí bar ikki til at avlýsa, leggja tey afturat. 

  • Á skránni í ár er millum annað Dímununargarður, sum selja røtur og teirra egna rabarbu- og rótabryggj, Miðstovugarðurin á Sandi selur epli og annað grønmeti og húsar eisini eini gudstænastu, har heystið og avgrøðin er í miðdeplinum. Stjørnukokkurin Poul Andrias Ziska og restin av toyminum hjá PAZ luttekur við eini pop-up matstovu, har tey servera eina nýtulking av røstum fiski og eplum. 

    Umframt hetta verða konsertir, kappingar, matmarknaður, pop-up pubbir, fletting, sølubásar og pallborðsfundur við umboðum frá framleiðarum, kommunum og landsstýrinum. 

  • SÍ SKRÁNNA NIÐANFYRI HER