Tíðindi
Ferðslan í Sandoyartunnilin er munandi størri enn tað, sum tunnilsfelagið frammanundan hevur mett
Ferðslan í Eystur- og Sandoyartunlum er so mikið stór, at landskassin sleppur undan ferðsluveðhaldinum um nøkur ár.
Ferðslan í Sandoyartunnilin er munandi størri enn tað, sum tunnilsfelagið frammanundan hevur mett, og tað hevur við sær, at felagið fær 10 milliónir krónur í meirinntøku.
Tað skrivar Hallur av Rana á kvf.fo
Tað sigur Teitur Samuelsen, stjóri í partafelagnum Eystur- og Sandoyartunlar.
Ferðslan í Eystur- og Sandoyartunlum er so mikið stór, at landskassin sleppur undan ferðsluveðhaldinum um nøkur ár.
Veðhaldið til Eystur- og Sandoyartunnilin er í ár 40 milliónir krónur, næsta ár er tað mett at vera 27 milliónir krónur og í 2026 18 milliónir krónur.
Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: Tunnilsfelagið væntar at fáa 10 milliónir í meirinntøku | Kringvarp Føroya (kvf.fo)