Skip to main content

Tíðindi

Flaggdagshaldið

Alment flagdagshald á Mørkini Miklu á Sandi 25. apríl Kl 17.00

  1. Bjarki Henriksen bjóðar vælkomin
  2. Sámal Hanni Lognberg syngur tveir sangir
  3. Hanna á Reynatúgvu, varaborgarstjóri heldur flaggrøðuna
  4. Felagssangur: Sjá tú blánar  

Enda verður við eini hugnaløtu inni í kommunu bygninginum, har borðreitt verður við kakao, kaffi og bollum, hendan partinum stendur Tilhaldið fyri.

Sands kommuna

( Her er teksturin til Sjá, tú blánar )

1) Sjá, tú blánar sum loftið og tú rodnar sum blóð,

men hitt hvíta er fossur, brot og vetrarins ljóð. 

Har tú veittrar á báru, fjalli, bergi og ong,

syngur tjóðin tær glaðasta song.

Um enn nær ella fjart ert tú sál míni kært,

sum tú fedrunum vart;

tí tú glógvar so bjart

sum tú sóleyga bart

gjøgnum náttmyrkrið svart,

blátt sum loftið, sum brimbrotið skært.

2) Har ið merkini veittra, veittri eisini mítt,

tað ber kvøðu frá landi mínum fagurt og frítt;

og eg kenni meg orna gjøgnum mønu og merg,

síggi brim randa strendur og berg,

hoyri vetrarins brot boða summarsins lot,

hoyri heystmyrka lag,

boða várljósan dag.

Fylkjast rað vit í rað,

kenna hjørtuni tað:

vit við tær stevna stinnir avstað.

Orð: Hans Andrias Djurhuus, 1920 Lag: Gunnar Mikkelsen