Tíðindi
Fleiri sólskinssøgur á Sandi
Undirsjóvartunnilin hevur kollvelt bygdina, sigur borgarstjórin á Sandi
Her endurgeva vit samrøðu, sum borgarstjórin, Heri Sverrason, hevði við Dimmalættting 30. September.
Áki Bertholdsen skrivar
Nú eru níggju mánaðir síðani at Sandoyartunnilin varð tikin í brúk - og tað hevur kollvelt bygdina.
Tað sigur Heri Sverrason, borgarstjóri á Sandi.
Heri Sverrason, borgarstjóri sigur, at tað er ein øgiligur gjøgnumtrekkur av fólki og tey hava eisini fingið matstovu á Sandi, og tað hava tey ikki havt øgiliga leingi. Harafturat hevur bygdaráðið givið loyvi til eina matstovu afturat.
– Í løtuni eru seks sethús í gerð á Sandi og tað er aldrin hent áður, sigur hann.
Samstundis er byggiloyvi givið til tvey hús afturat, og farið verður undir tey skjótt.
Á havnarlagnum hevur alifyrtøkan, Mowi, fingið byggiloyvi til eina stóra høll til útgerð, skrivstovur, og annað, í sambandi við alingina.
Og somuleiðis hevur partafelagið, Sitcon, sum fólkini ið hava IR Lastvognar í Kollafjørði, standa aftan fyri, fingið byggiloyvi til eina bensinstøð á Sandi við matstovu og handli og vaskihøll.
Og sum nakað heilt forvitnisligt er ætlanin at byggja eina stóra høll til eitt savn við ellisakførum og tað verður tað einasta av hesum slagnum í landinum.
Sama felag ætlar eisini at byggja einar átta smáttur til at leiga út.
– Hetta er alt samalt eitt úrslit av at vit hava fingið fast samband, sigur borgarstjórin.
Hann sigur, at fyri at brynja seg til framtíðina, hava tey eisini gjørt av at byggja nýggjan barnagarð á Sandi.
Talan verður um ein barnagarð til 100 børn og hann er nú í gerð. Tað er ein verkætlan fyri 22 - 23 milliónir og reisigildi verður í næsta mánað - og hann verður tikin í brúk næsta ár.
Tey hava ein barnagarð til 60 børn, men har eru umstøðurnar ikki tær bestu og tí byggja tey nýtt. Tá ið nýggi barnagarðurin er liðugur, verður tann gamli niðurlagdur og bygningarnir verða brúktir til onnur endamál.
Bygdaráðið hevur eisini samtykt at keypa bátabrúgvar til einar 8-10 bátar. Tað arbeiði seta vit í gongd í næstum.
Samstundis hevur kommunan eisini ognað sær gamla flakavirkið í bygdini. Sandshavi hevur fingið menningarkvotu av makreli og ætlanin er at brúka virkið til at virka makrelin.
– Tað eru nógvar sólskinssøgur á Sandi í hesum døgum, sigur Heri Sverrason.