Skip to main content

Tíðindi

Føroya størstu eplaveltur eru á Sandi

Gamalt var annars at seta eplir niður flaggdagin hin 25. apríl

 

Tað er lítil ivi um, at Føroya størstu eplaveltur eru á Sandi, og her eru tað serliga Miðstovugarðurin og Uttastovugarðurin, báðir í Trøðum, sum hava flestu eplini og grøðina annars.

Umframt at seta niður nøkur tons av eplum á hvørjum vári, velta garðarnir eisini aðra grøði, sum eitt nú røtur, gularøtur og kál, men tað eru eplini, sum fylla mest í rúgvuni.

Á viðheftu myndum sæst, at garðarnir nú eru í holt við at gera sær velturnar klárar, og hetta eru veltur, tú neyvan sært í slíkari stødd aðrastaðni í Føroyum.

Men, tað eru ikki bara Miðstovugarður og Uttastovugarður, sum velta eplir á Sandi, tí tað eru eisini fleiri jarðeigarar og privatfólk annars, sum velta síni egnu eplir.

Miðstovugarður og Uttastovugarður skara framúr og hava í fleiri ár sæð grøðina sum eitt ískoyti til raksturin av bóndagørðunum, og hetta hevur tíbetur eydnast.

Les longri grein á facebook-vanganum hjá Sands kommunu.