Skip to main content

Tíðindi

Fólkatalið á Sandi økjist

tunnilin er helst ein orsøk til vøksturin

Fólkatalið í bygdunum á Sandoynni vaks samanlagt við 35 fólkum frá 1. juli 2025 til 1. juli 2026.

Størsti vøksturin var á Sandi, har fólkatalið fór úr 538 upp í 565. Tað eru 27 fleiri íbúgvar og ein vøkstur á fimm prosent.

Gongdin kemur eftir, at Sandoyartunnilin lat upp í desember 2023 og gjørdi Sandoynna part av fasta vegasambandinum.

Hagtølini kunnu ikki einsamøll staðfesta, at tunnilin er orsøkin til vøksturin.

Tað veit in.fo at siga frá, har keldan er hagstovan.fo