Skip to main content

Tíðindi

Fólkavøksturin lutfalsliga stórur á Sandi

Tað skrivar Hagstovan - les niðanfyri

 

Fólkatalið í kommununum 

Um tveir triðingar av fólkavøkstrinum seinasta árið var í Tórshavnar kommunu. Harumframt var fólkavøksturin lutfalsliga stórur í Sjóvar, Sørvágs og Sands kommunu. 

Fólkatalið minkaði í tólv av teimum 29 kommununum — mest í Vága og Tvøroyrar kommunu.

Sí fleiri tøl í talvuni niðanfyri, sum vísir fólkatalið í kommununum við tilhoyrandi bygdum 1. november 2024 og 2025.  TRYST HER Knapt 54.900 fólk búðu í Føroyum 1. november — vøksturin var 0,6% | Hagstova Føroya

Minni fráflyting og størri føðital

Fólkatalið verður ávirkað av nettoflyting, sum er munurin millum tilflyting og fráflyting, og burðaravlopi, sum er munurin millum fødd og deyð. 

Fólkavøksturin seinasta árið kom av einum burðaravlopi á 182 fólk og einari nettoflyting á 161 fólk. 

Burðaravlopið var um 50 størri enn í undanfarna tíðarskeiði, serliga tí at fleiri børn vóru fødd. Um hálvfjerðs fleiri børn vóru fødd seinastu tólv mánaðirnir samanborið við teir undanfarnu tólv, tá lutfalsliga fá børn vóru fødd. 

Nettoflytingin var á leið 100 størri enn í undanfarna tíðarskeiði, serliga, tí fráflytingin var minni.