Tíðindi
Friðingarnevnd tekur avgerð nú í august
Náttúrufriðingarnevndin í Sandoyar sýslu fer seinni í august at gera niðurstøðu um vindmyllurnar í Klivaløkshaga.
Náttúrufriðingarnevndin í Sandoyar sýslu fer seinni í august at gera niðurstøðu um vindmyllurnar í Klivaløkshaga.
Tað sigur Kristjan Martin Joensen, sýslumaður, sum er formaður í nevndini.
Nevndin hevur fingið umsókn frá Elveitingareftirlitinum í Umhvørvisstovuni um prinsipielt loyvi at seta upp sjey vindmyllur vestan fyri Sands bygd, i einum ella fleiri hagapørtum í Klivaløkshaga.
Søkt er eisini um at sleppa at gera veg til myllurnar gjøgnum hagapartar í Fjallshaga.
Ástaðarfundur var 26. juni.
Sama um nakar kærir avgerðina hjá friðingarnevndini, skal málið eisini viðgerast í Yvirfriðingarnevndini.
Tað skrivaði kvf.fo fyrst í august á heima