Tíðindi
Grækarismessuhald 12 mars
Tað verður Gunn Dania Sundstein, sum fer at halda grækarismessurøðuna á Mørkini Miklu á Sandi, hin 12. mars.
Gunn Dania varð vald í bygdarráðið í Sands kommunu á valinum í november í fjør, og hon er eisini forkvinna í Sandoyar Skúlasambandi.
Sjálvt grækarismessuhaldið byrjar klokkan 17, men skótarnir verða á Ljósafløtti hendan dagin frá klokkan 16.
Um viðrar, er ætlanin at kynda eitt bálfat, og her fara skótarnir at bjóða fólki, sum koma til haldið, at gera sær ókeypis poppkorn.
Ætlanin er at hava bálið brennandi frá klokkan 16, til sjálvt grækarismessuhaldið byrjar klokkan 17.
Eftir haldið bjóðar Sands kommuna eisini til kakao og bollar, og øll eru sjálvsagt hjartaliga vælkomin.
Vit kunnu leggja aftrat, at hin 12. mars samstundis er 2-ára stovningardagurin hjá skótabólkinum, Nykurtsrósa á Sandi.