Tíðindi
Her er ferðslutrygdarætlan
Øll ferðslutrygdarætlan er at finna her
Endamál og málsetningur
Ferðslutrygdarætlanin fyri Sands kommunu og Landsverk hevur sum høvuðsendamál at betra ferðslutrygdina, herundir at minka talið av ferðsluóhappum við fólkaskaða og skapa tryggari umstøður fyri øll ferðandi í kommununi.
Ferðslutrygdarætlanini 2019-2027, sum Samferðslumálaráðið lat gera í 2019. hevur sum yvirskipað máli, at talið av ferðsluóhappum við fólkaskaða skal vera 30% lægri í 2027 í mun til 2018. Við støði í 8 ymiskum fokusøkjum eru 70 ymisk tilmæli til, hvussu málið kann røkkast. Málini fyri ferðslutrygdararbeiðið í Sands kommunu og Landsverk samsvara við tey yvirskipaðu fokusøkini1 og tilmælini í Ferðslutrygdarætlanin 2019-2027 og fevna um:
• At fyribyrgja og avmarka vandar orsakað av ov høgari ferð (1. Ov nógv ferð) • At betra um ferðslutrygdina hjá ábæru ferðsluna, serliga børnum, eldri og súkklufólki (5. Bleyt ferðsla)
• At minka um óhapp í sambandi við møtiferðslu og stakóhapp (7. Møtióhapp og stakóhapp)
• At tryggja ferðsluna fyri bæði borgarum og vitjandi ferðafólkum (8. Ferðafólk)
Við hesum málum sum karmi verður ferðslutrygdarætlanin fyri Sands kommunu og Landsverki eitt amboð til at raðfesta og fremja ítøkilig tiltøk, ið kunnu skapa eina tryggari og meira vælvirkandi ferðslu.
Sands kommuna er ein lítil men vaksandi kommuna, har ferðsluviðurskiftini skulu tillagast nýggjar avbjóðingar. Kommunan hevur vegir, sum verða brúktir av bæði borgarum, skúlabørnum, ferðafólki og vinnulívi, og tað er avgerandi, at ferðslan er skipað á ein hátt, ið tekur hædd fyri trygdini hjá øllum.
Í desembur 2023 lat Sandoyartunnilin upp. Hetta hevur broytt ferðslumynstri á veganetinum nógv. Tørvurin á eini ferðslutrygdarætlan stavar frá fleiri viðurskiftum, eitt nú:
• Ferðsluóhapp og næstanóhapp, serliga í samband við tað ábæru ferðsluna • Økt ferðsla í sambandi við Sandoyartunnilin lat upp, ferðavinnu og vinnulív í oynni • Tørvurin á betri skelting, gongubreytum og ferðtálmandi tiltøkum
• Trygdartrupulleikar á skúlavegunum og á leiðum við nógvari ferðslu Við at skipa eina ferðslutrygdarætlan, sum tekur hædd fyri hesum avbjóðingum, kann Sands kommuna og Landsverk tryggja, at borgarar og vitjandi ferðast á ein tryggan hátt.
Endamál og málsetningur Ferðslutrygdarætlanin fyri Sands kommunu og Landsverk hevur sum høvuðsendamál at betra ferðslutrygdina, herundir at minka talið av ferðsluóhappum við fólkaskaða og skapa tryggari umstøður fyri øll ferðandi í kommununi.
Ferðslutrygdarætlanini 2019-2027, sum Samferðslumálaráðið lat gera í 2019. hevur sum yvirskipað máli, at talið av ferðsluóhappum við fólkaskaða skal vera 30% lægri í 2027 í mun til 2018. Við støði í 8 ymiskum fokusøkjum eru 70 ymisk tilmæli til, hvussu málið kann røkkast.
Málini fyri ferðslutrygdararbeiðið í Sands kommunu og Landsverk samsvara við tey yvirskipaðu fokusøkini1 og tilmælini í Ferðslutrygdarætlanin 2019-2027 og fevna um: