Tíðindi
Eg tók av og var spentur til uppgávuna
Á kommunuvalinum 12. november 2020 vóru tveir listar. Listin, sum undirritaði var á, fekk fýra vald umboð og hin listin fekk trý vald umboð í kommunustýrið.
Við flest atkvøðum var tað eg, sum skuldi kalla inn til skipanarfund. Á fundinum var víst á undirritaða sum borgarstjóra tey næstu fýra árini. Eg tók av og var spentur til uppgávuna.
Vit tóku við 1. januar 2021.
Sum nývaldur borgarstjóri fekk eg hesar spurningar frá tíðindasíðuni dimma.fo dagin fyri, at vit tók við.
Hvørjar vónir hevur tú fyri 2021?
- Eg havi vónir um, at Sands bygdarráð fer at arbeiða sum ein samlað eind, øllum borgarum á Sandi til besta sóma.
Gevur tú eitt nýggjárslyfti?
- Ja, í ár verður tað, at eg sum borgarstjóri skal tæna Sandsbygd við rættvísi og kærleika og leggja lív og sál í gerningin, sum mær er fallin í lut, sigur Heri Sverrason.
Eg eri ómetaliga glaður fyri tíðarskeiðið – at kommunustýrið hevur arbeitt sum ein samlað eind undir mínari leiðslu, sum eisini eitt av mínum aðalmálum.
Í somu samrøðu lovaði eg, at eg vildi gera mítt til, at alt fór rættvíst fram í okkara setu. Eg vóni, at eg havi hildið hendan setningin.
Eg lovaði eisini í samrøðuni, at eg skuldi leggja lív og sál í gerningin sum borgarstjóri. Hvørt tað hevur eydnast, tað mugu onnur meta um.
Í hesari setuni gleðist eg um fleiri mál, hóast ikki alt kom á mál.
Flakavirkisbygningurin er komin á kommunalar hendur - ítróttarhøllin er nú ogn hjá øllum kommununum í oynni - brunasamstarvið við Tórshavnar kommunu er gjørt - barnagarðurin er reistur - útstykkingar eru gjørdar - 10 sethús eru reist í hesari setuni - trý fundament standa í dag klár at seta sethús á - fimm skeytir eru skrivað og send út.
Kommunustýrið trýsti peningarstovnarnar at lata fígging til sethús. Vit vildu hava teir at meta Sand kommunu at vera part av miðstaðarøkinum. Tað eydnaðist, og nú geva peningastovnarnir fígging til sethús á Sandi.
Kampingplássið er ávegis klárt - ein matstova er latin upp - skjótt verður økið við EFFO-støðina fullkomiliga broytt, tí ein bygningur verður reistur, ið kann brúkast sum kafeteria við trimum íbúðum í ovaru hæddini. Haraftrat koma seks smáttur, høll til veteranbilarog vaskihøll til bilar.
Alingin hjá Mowi á Sandi er munin lættari nú, ikki minst við útseting av smolti og tøku av fiski. MOWI byggir í løtuni eina stóra høll á havnarlagnum.
Sáttmáli um legupláss til Sildberan og eitt øki á bryggjuni, har Sildberin liggur, er undirskrivaður; økið, har skúrarnir hjá SSL standa, eru eisini við í avtaluni. Sum nakað nýtt er avtala gjørd um parkering á nýggja parkeringsøkinum í avtaluni við SSL.
Bátabrúgvar eru keyptar - spælipláss er gjørt mitt í bygdini - minnisplátan er fest í sólurið, sum stendur á Ljósafløtti á Sandi. Við eitt sindur av trýsti fingu vit pakkaboksirnar hjá POSTA settar upp í okkara kommunu.
Nógv fleiri mál eru aftrat, men alt kann ikki nevnast her.
Onnur mál at gleðast um - fleiri borgarafundir eru hildnir - Sandoyartunnilin er veruleiki - at øll bygdin stendur saman um mótmælini um vegaføringarnar til og frá Suðuroyatunlinum í okkara kommunu.
Góða eydnu og Guðs ríku signing til tykkum, sum nú skulu taka við valdinum á Sandi frá 1. januar 2025.
Á Sandi er gott at búgva!
Takk fyri meg og gott nýggjar.
Heri Sverrason