Skip to main content

Tíðindi

Hetta er á økinum, har gamli verkstaðsbygningurin er tikin niður

Modulini til kafeteria og íbúðir eru komin

Hetta er á økinum, har gamli verkstaðsbygningurin er tikin niður.

Herfyri komu 12 modul - ella luteindir - til verkætlanina, sum Rasmus Rasmussen er í holt við á Sandi. Hetta er á økinum, har gamli verkstaðsbygningurin er tikin niður.

Alt grundøkið er útgrivið, og ein partur er planeraður, harav parturin, har modulini nú standa, er fínplaneraður. Tað tók nakrar dagar at fáa allar luteindirnar suður.

Rasmus Rasmussen sigur, at luteindirnar, sum eru komnar, eru kafeteria-bygningurin og hæddin, sum verður sett omaná og sum skal verða karmur um íbúðirnar í ovaru hæddini.

Soleiðis verður hetta ein bygningur í tveimum hæddum.

- Modulini skulu setast upp, soleiðis at seks luteindir verða í niðaru hæddini og seks í ovaru. Tað merkir, sigur hann, at hvør hæddin verður á umleið 300 fermetrar.

Rasmus Rasmussen sigur, at fundamentið til henda partin av verkætlanini verður stoypt ein av komandi døgunum, og seinni verða so luteindirnar settar upp á pláss.

- Modulini, sum er bygd í Svøríki, eru ikki innrættað, og tey verða innrættað eftir tørvi - alt eftir, hvussu vit ynskja, at innrættingin skal verða.

Hann sigur, at sambært tekningum, sum fyriliggja, verða fýra íbúðir í ovaru hæddini á umleið 89 fermetrar hvør íbúðin, men endalig støða er ikki tikin til hetta enn.

- Vit hava heldur ikki tikið endaliga støðu til, um hetta verða íbúðir til frítíðarleigu - ella sum permanentir bústaðir. Tað fara vit at taka støðu til seinni, sigur hann.

Rasmus Rasmussen hevur áður sagt, at kafeteria-parturin skal standa liðugur til summarið, og at íbúðirnar í erva verða lidnar seinni í ár.

Samlaða verkætlanin fevnir eisini um einar seks til átta smáttur uppi í útsynningshorninum á grundstykkinum, og í útnyrðingshorninum verður ein bygningur til veteranbilar.

Tað skriva m.a in.fo