Tíðindi
Løgmansskrivstovan heldur hoyringarfund í kvøld, týskvøld, kl. 19.00
Í sambandi við, at lógaruppskot um Suðuroyartunnilin við tilhoyrandi tunnils- og vegakervum í løtuni er til ummælis, verður skipað fyri trimum almennum hoyringarfundum, har fólk fáa møguleika at hoyra, hvat politiska semjan, verkætlanin og lógaruppskotið fevnir um. Høvið verður at seta spurningar og at gera viðmerkingar.
Á fundinum luttaka løgmaður, umboð fyri P/F Suðuroyartunnilin og Landsverk.
Skráin til hoyringarfundirnar:
- Politisk semja, lógaruppskot og fíggingarleistur (Aksel V. Johannesen, løgmaður)
- Suðuroyartunnil og tilhoyrandi tunnils- og vegakervi í Suðuroy (P/F Suðuroyartunnil)
- Møguligar loysnir viðv. tilhoyrandi verkætlanum á Sandoynni (Landsverk)
- Spurningar og viðmerkingar frá fundarluttakarum
Fundurin verður:
Týskvøldið 26. november kl. 19.00 á Mørkini Miklu á Sandi
Freistin at gera viðmerkingar til uppskotið er 6. desember 2024.
Uppskotið kann lesast her
Sand kommuna er ikki fyriskipari av fundinum.