Tíðindi
Hygg her eftir filminum um Suðuroyartunnilin
Loysnin fyri trygd í Suðuroyartunlinum hevði neyvan verið góðkend í Noregi í dag. Tað vísir ein avgerð sum var tikin í summar um ein líknandi tunnil í Noreg.
HYGG HER Eigur at vera krav um rýmingarleið | Kringvarp Føroya
Lærdalstunnilin er ein vegatunnil á Vestlandinum í Noreg.
Tunnilin hevur síðani hann varð tikin í nýtslu í 2001 verið høvuðsfarleiðin millum Oslo og Bergen.
Lærdalstunnilin er 25 ár og livur ikki upp til norsku trygdarkrøvini í dag.
Hann líkist Suðuroyartunlinum í longd og ferðslu. Hann er 24,5 km langur og hevur eina miðalferðslu uppá 2000 bilar.
Lærdalstunnilin hevur, eins og Suðuroyartunnilin mótkoyrandi ferðslu í sama bergholi og onga rýmingarleið.
Statens Vegvesen hevur leingi arbeitt við at dagføra trygdina í tunlinum.
Tað er Norconsult, ráðgevin hjá PF Suðuroyartunlinum, sum stendir fyri at dagføra trygdina fyri norsku vegamyndugleikarnar.
Í summar fingu tey avslag uppá eina verkætlan, sum skuldi dagføra tunnilin, so hann livir upp til trygdarkrøvini. Orsøkin til avslagið var, at eingin rýmingarleið er í tunlinum.
Uppskotið hjá Norconsult byggir á sama principp sum tað, sum liggur til grund fyri trygdini í Suðuroyartunlinum.