Skip to main content

Tíðindi

Ingibjørg Hentze 100 ár (ættað úr Skemmuni í Trøðum )

Tað, sum sermerkir Ingibjørg, er hennara glaða og lætta lyndi. Sjálvt um lívið sum sjómanskona var strævið, so hoyrdi tú hana altíð syngja, tá hon arbeiddi

Foreldur hennara vóru Jóan Petur Sandoy bóndi úr Skemmuni  í Trøðum á Sandi og Marin Katrina, fødd Hentze, úr Uttastovu í Trøðum á Sandi.

Ingibjørg er yngst av 7 systkjum. Hini systkini vóru: Petur Finnbogi, sum doyði 6 ára gamal av meslingum, Jóhan, Bjarni, Marianna, Finnbogi og Hilda.

Sum ung fór hon til Havnar at tæna hjá m.a. Steingrim Winther og Poul í Geil.

Í 1942 giftist hon við Torbjørn Hentze av Sandi. Tey fingu 4 børn: Torfinn f. 1943, Ragnar f. 1945, Ruth f. 1947, men doyði bert 6 dagar gomul av stívkrampa, og Rúni f.1951. 

Ingbjørg og Torbjørn búsettust á Agjum. Torbjørn var sjómaður og sigldi sum maskinmaður til 1966, tá hann fekk starv sum maskinmaður á Landssjúkrahúsinum. Hetta starv røkti hann til1991, tá hann gavst vegna aldur. Torbjørn doyði í 2001.

Tað, sum sermerkir Ingibjørg, er hennara glaða og lætta lyndi. Sjálvt um lívið sum sjómanskona var strævið, so hoyrdi tú hana altíð syngja, tá hon arbeiddi. Sangur hevur fylt nógv í hennara lívi og hon dugir flestu sálmar og fosturlandssangir uttanat. Sjálvt um minnið er farið at bila, so er enn einki fyri hjá henni at tríva í ein sálm ella sang.

Ingibjørg hevur verið sera virkin og gestablíð. Hennara heim hevur altíð staðið opið, um onkur hevur havt brúk fyri eini song ella eini máltíð. Altíð setti hon sín egna tørv til síðis fyri at hjálpa øðrum. 

Guðsótti og nøgdsemi hevur eyðkent hennara lív. Og tað, at hesi bæði saman geva miklan vinning, sum skrivað stendur, tað hevur hennara lív til fulnar prógvað.

 

Soleiðis stendur á KVF.fo

Føðingardagur - Ingibjørg Hentze 100 ár
24. august verður Ingibjørg Hentze 100 ár. Ingibjørg er ættað úr Skemmuni í Trøðum á Sandi, hevur síðan 1945 búð á Argjum, til hon í 2013 fór niðan á Eldrasambýlið oman Hoydalar at búgva.

Tey, ið hava hug at heilsa uppá Ingibjørg, eru vælkomin millum klokkan 14 og 16 henda dagin á Eldrasambýlinum.