Skip to main content

Tíðindi

Ítróttarhøllin latin sandoyingum

Ítróttarhøllin inni í Dal á Sandi er nú latin sandoyingum.

Á myndini eru tað borgarstjórarnir í Sandoynni, skrivarar teirra og Jákup Nielsen, Løgfrøðingur frá Uttanríkis- og mentamálaráðnum.

Eitt veðbræv, sum gevur landsstýrinum veð í høllini fyri einum rentu- og avdráttarfríum láni uppá 30 mió kr., var undirskrivað herfyri.

Síðani høllin var tikin í nýtslu fyri tíggju árum síðani, hevur landið oftari enn einaferð roynt at lata kommununum í Sandoynni hana, uttan at tað tó er eydnast.

Seinasta klandursevnið millum land og kommunur var ein veggur, sum skuldi gerast av nýggjum fyri at ítróttahøllin kundi fáa brunagóðkenning.  

Tað skrivar Høgni Djurhuus á kvf.fo