Tíðindi
J&K Petersen og Articon bjóðaðu uppá útstykkingina á Ryggi
Tilboðini frá teimum sum høvdu bjóðað sær til at gera nýggju útstykkingina, Uppi á Ryggi, eru nú latin upp.
Tað vóru J&K Petersen og Articon sum bjóðaðu uppá arbeiðið, og J&K Petersen hevði lægsta boð.
J&K Petersen kundu gera arbeiðið fyri 11.975.466kr. Eisini hevði J&K eitt alternativt tilboð upp á 8.697.954kr.
Articon kann gera arbeiðið fyri 15.363.942kr.
Útstykkingin fevnir um 33 grundstykki, og er uppi á Ryggi.
Borgarstjórin, Heri Sverrason, sigur at hann er sera væl nøgdur, at man er komin so langt. Vit brúka nógva orku, at fáa fleiri grundstykkir, so fólk kunnu seta búgv í kommununi.
Hann sigur, at nú skulu ráðgevarnir hjá kommununi og kommunan ganga tilboðini ígjøgnum. Tá fæst, vónandi, at vita hvør skal standa fyri arbeiðinum.