Skip to main content

Tíðindi

K U N N G E R Ð

Um valið týsdagin tann 12. november 2024.

Vísandi til skriv frá Umhvørvis- og Vinnumálaráðnum, dagfest 07. juli 2024, so fer kommunuval fram

týsdagin tann 12. november 2024.

Valið til bygdaráðið fyri Sands kommunu verður á kommunuskrivstovuni, ovara hædd.

Atkvøðutíðin verður:

Kl. 10.00-20.00
ella so leingi veljarar møta uttan steðg, og tá ið valið verður lýst liðugt.

Brævatkvøður:
Sjófólk og onnur, sum ikki rokna við at verða heima valdagin, og veljarar, sum eru staddir uttanlands, kunnu greiða brævatkvøðu í fyrsta lagi 4 mánaðar áðrenn valdagin.

Í øðrum førum skal brævatkvøðan verða avgreidd í fyrsta lagi 1 viku áðrenn valdagin, tað er 05. november 2024 og í seinasta lagi dagin fyri valdagin við at venda sær til kommunuskrivstovuna telefon 661030.

Brævatkvøður skulu verða valnevndini í hendi áðrenn valið byrjar kl. 10.00 tann 12. november 2024.

Heimaval:
Veljarar, ið vegna sjúku ella vantandi førleika ikki kunnu møta á valstaðnum, kunnu velja heima í seinasta lagi dagin fyri valið við at boða kommunuskrivstovuni frá hesum innan kl. 15.00 mánadagin tann 11. november 2024.

Valkort:
Valkort verða send við postinum.
Um onkur, ið heldur seg hava valrætt í kommununi, ikki fær valkort sendandi, verður viðkomandi vinarligast biðin um at venda sær til kommunuskrivstovuna.

Minnist til at hava valkortið við á valstaðið!

Sandur, tann 04. november 2024

Valnevndin
Jóhanna Hansen
forkvinna