Skip to main content

Tíðindi

Komandi borgarstjórin, Kristian Oskar Henriksen, sigur, at vegaføringin er púrasta burturvið.

Hygg her at innslagnum í Degi & Viku

Nýggi borgarstjórin: Vegaføringin er púra burturvið

Sandoyingar halda, at Sandsbygd verður oyðiløgd við vegaføringini til Suðuroyartunnilin.

Sandoyingar kenna seg ikki hoyrdar og harmast um, at landsstýrið ætlar at oyðileggja Sandsbygd við vegaføringini til Suðuroyartunnilin.

Tey mæla til nýggja linjuføring, so vegurin ikki fer ígjøgnum bygdina og virðismikið landbúnaðarøki.

Kristian Oskar Henriksen, sum verður nýggjur borgarstjóri í Sands kommunu á nýggjárinum, sigur, at vegaføringin er púrasta burturvið.

Sí innslag í Degi og viku: Nýggi borgarstjórin: Vegaføringin er púra burturvið | Kringvarp Føroya

Tað var Annika Bolton Mortensen sum gjørdi samrøðuna við Kristian Oskar Henriksen.