Skip to main content

Tíðindi

Kommunal fastogn ikki boðin út alment

Kommunan tekur niðurstøðuna til eftitektar

 

Kommunal fastogn ikki boðin út alment. 

Málið í stuttum
Tann 25. september 2023 samtykti Sands kommunustýri at keypa jørð frá Búnaðarstovuni, og selja meginpartin aftur til festaran, tó at kommunan skuldi keypa ein part av stykkinum sum skuldi nýtast til vegagerð. Á hendan hátt var kommunan ein millumliður í sølu av jørð millum Búnaðarstovuna og festaran, tí at Búnaðarstovan ikki selur til privat. Borgarstjórin fyri Sands kommunu keypti bert tann partin av jørðini sum skuldi seljast aftur til festaran, og seldi jørðina til triðjamann uttan alment útboð, sum festarin skuldi selja til allíkavæl.

Niðurstøða
Sølan av kommunalari fastogn matr. nr. 175d uttan alment útboð var ikki í samsvari við ásetingarnar í § 44 í kommunustýrislógini og §§ 1-3 í kunngerð um alment útboð av kommunalari fastogn, umframt kommunufulltrúina. Harumframt hevði borgarstjórin ikki fylgt bygdarráðssamtyktini, soleiðis sum hann hevur skyldu til, sambært § 21, stk. 2, 2. pkt og stk. 4, 1. pkt. í kommunustýrislógini – tó borgarstjórin segði at ætlanir eru um at fremja samtyktina í verki.

Avgerð nr. 25/11170

Les alt málið her.

Sands kommuna tekur niðurstøðuna til eftitektar