Skip to main content

Tíðindi

Kommunustýrisfundi 26 mai.

Niðurstøður frá fundinum.

Kommunustýrisfundur Mánadagin 26 mai 2025, kl 20.00

Skrá:

  1. Ung í arbeiði 2025(Mentunarnevndin)
  2. Seinsummardagar 2025(Mentunarnevndin)
  3. Umsókn um stuðul frá Javna. (Mentunarnevndin)
  4. Umsókn um at seta eina 20´bingju á matr. 169a(Tekniskanevnd)
  5. Keyp av radio+útgerð til sløkkiðliði(Fíggjarnevndin)
  6. KT-trygdarkanning(Fíggjarnevndin)
  7. Ársroknskapur/Grannskoðanrprotokoll 2024(Fíggjarnevndin)
  8. Uppskot um stroyming av kommunustýrisfundum.
  9. Upplatingartíðir í frítíðarskúlanum.
  10. Sølubilar.

 

Niðurstøður:

Mál 1 Samd Mentunarnevnd mælir Kommunustýrinum til at hava ung í arbeiði 2025.

Stýrið samtykkir einmælt tilmæli frá Mentunarnevndini.

Mál 2 Samd Mentunarnevnd mælir Kommunustýrinum at hava Seinsummardagar 2025.

Stýrið samtykkir einmælt tilmæli frá Mentunarnevndini.

Mál 3 Samd Mentunarnevnd mælir Kommunustýrinum frá at játta stuðul.

Stýrið samtykkir einmælt tilmæli frá Mentunarnevndini.

Mál 4 Samd Tekniskanevnd mælir Kommunustýrinum at geva loyvi sum sókt er um.

Stýrið samtykkir einmælt tilmæli frá Tekniskunevnd.

Mál 5 Samd Fíggjarnevnd mælir kommunustýrinum til at keypa útgerð til sløkkiliði.

Stýrið samtykkir einmælt tilmæli frá Fíggjarnevndini.

Mál 6 Samd Fíggjarnevnd mælir Kommunustýrinum til at gera hesa KT-kanning.

Stýrið samtykkir einmælt  tilmæli frá Fíggjarnevndini.

Mál 7 Samd Fíggjarnevnd mælir Kommunustýrinum at samtykkja fyriliggjandi uppskot.

Stýrið samtykkir einmælt  Ársroknskapur/Grannskoðanrprotokoll 2024

Mál 8 Uppskotið fall.

Mál 9 Uppskotið fall. Tað verður arbeitt við, einum nýggjum tilboði fyri øki.

Mál 10 Umsitingin kannar viðurskiftini við kostnað og staðseting av Sølubilunum. 

Kristian Oskar Henriksen, borgarstjóri