Tíðindi
Koplings-og battarístøð bygd í grótbrotinum
Hóast nýggja koplings-og battarístøðin á Sandi ikki er nakar lítil bygningur, er verkætlanin lítið sjónlig í umhvørvinum við tað, at støðin er bygd inni í sjálvum grótbrotinum, sum leingi hevur verið her.
Tað eru Brim Arkitektar, sum hava teknað, og høvuðsarbeiðstakari í verkætlanini er Norcon betong & timbur.
Ráðgevingarfyritøkan SJM hevur verkætlanarleiðsluna í samband við hvs, el og bruna, og tað er Landsbyggifelagið, sum er konstruktiónsráðgevi. El-arbeiðstøkuna hevur ELfo, og RenoVent hevur hvs og ventilatión.
AP Bilar & Maskinur hava grivið og lagt kaðal heilt úr Traðardali og suðureftir í ovara borði á landsvegnum til til koplings-og battarístøðina.
Ein longri tekstur liggur á okkara facebook-vanga og fleiri myndir.