Tíðindi
Kristian Oskar Henriksen loysti fyrsta flagið.
Nýggja útstykkingin "Skarðsbøur" á Sandi
Eftir avbjóðingar í nakrar mánaðir, er J&K Petersen farið undir at gera nýggju útstykkingina "Skarðsbøur" á Sandi.
Fyrsta maskinan er komin á økið, har nýggja útstykkingin hjá Sands kommunu er staðsett.
Tað var Kristian Oskar Henriksen, formaður í teknisku nevnd, sum fekk heiðurin at loysa fyrsta flagið.
Talan er um 33 grundstykkir. Nú hyggja vit frameftir og vóna, at arbeiðið verður liðugt á heysti 2023.
Barnagarðurin nærkast
Ætlanin er eisini at byggja nýggjan barnagarð beint norðanfyri útstykkingina í Skarðsbø. Talan er um eitt barnavinarligt øki, og skúlin er eisini nærhendis.
Vit í Sands kommunu frøast um alla framgongd, og hetta eru ikki seinastu átøkini.