Tíðindi
Kristian Oskar: - Sands kirkja hevur fylt nógv í mínum lívi
Tá ringast stendur til í lívinum, - hvønn er tað tá, at tú fellur aftur á? Jú, tá fellur tú bara aftur á Hann, sum kann bera teg víðari gjøgnum teir sváru dagarnar og tíðina aftaná teir, sigur Kristian Oskar Henriksen, kirkjugangari á Sandi
Sands kirkja – : - Ja, her eigi eg mín fasta sess!
Orðini eigur heimasandsmaðurin Kristian Oskar Henriksen, sum hevði leitað sær í Sands kirkju sunnudagin 9. oktober. Bæði altargongd og barnadópur vóru á skránni henda dagin.
At fara í kirkju er ikki fremmant fyri Kristian Oskari, sum so avgjørt hevur sæð týdningin av at kunna savnast soleiðis saman við øðrum í Guds húsi, bæði tá tað gekk við og ikki minst, tá tað gekk ímóti.
- Alt hetta við at kunna hava okkurt fast og trygt at halda seg til, ja, tað vistu teir gomlu føroyingarnir alt um. Teir kendu til at missa ein kæran – konan kundi missa ein mann á sjónum, og maðurin kundi missa konuna í barsilssong.
- Tey vistu, hvar troystin og hjálpin var at finna – í Harrans hondum. Tað var tí ikki so løgið, at tey leitaðu sær í kirkjuna, tí teir settu álit sítt á Harran. Kirkjan var fyri tey eitt frístað, her teir kundu søkja sær troyst og finna sær andaliga styrki í gerandisdegnum, greiðir Kristian Oskar frá.
Vit hittu hann til eitt stutt prát eftir gudstænastuna, har sóknarpresturin Havstein Klein hevði prædikað.
- Ja, mín bakgrund er her í kirkjuni, og tí eri eg so ofta,....TÝST HER OG LES ALLA GREINIA https://www.folkakirkjan.fo/kunning/tidindi/kristian-oskar-sands-kirkja-hevur-fylt-nogv-i-minum-livi
Orð: Snorri Brend (www.folkakirkjan.fo)/Mynd: Gilli Brend í Hoyvík