Tíðindi
Kristian Stórhamar, Mourits Joensen og Jón Sigurdsson
Tað er at fegnast um, at Føroya Landsstýri og Løgtingið eru farin undir ítøkiligt arbeiði at bøta ferðasambandið til Suðuroyar. Tað er eisini at fegnast um, at ambitiónirnar eru høgar, og at ein tunnilsloysn er í umbúnað.
Málið tykist vera komið so væl áleiðis, at lógaruppskot um projektering av undirsjóvartunli er um at vera klárt at leggja fyri Løgtingið. Sum skilst, ætlar P/F Suðuroyartunnilin, at farleiðin til Suðuroyar skal ganga yvir Traðarhamar og umvegis tunnilsmunna í Djúpadali, fram við Skúvoynni til Sandvíkar.
Á borgarafundi á Sandi, 9. desember, løgdu undirritaðu, eftir áheitan frá Sandoyar og Skúvoyar kommunu, fram eina aðra linjuføring, sum hevði tunnilsmunna vestan fyri og norðan fyri Sands bygd.
Grundað á afturmeldingar, hava vit síðani broytt okkara uppskot nakað, so at tunnilsmunnin nú er innan fyri Múlan ístaðin fyri heimi á Ryggi millum Sandsvatn og Nykutjørn.
Tað er at fegnast um, at Føroya Landsstýri og Løgtingið eru farin undir ítøkiligt arbeiði at bøta ferðasambandið til Suðuroyar. Tað er eisini at fegnast um, at ambitiónirnar eru høgar, og at ein tunnilsloysn er í umbúnað. Málið tykist vera komið so væl áleiðis, at lógaruppskot um projektering av undirsjóvartunli er um at vera klárt at leggja fyri Løgtingið.
Sum skilst, ætlar P/F Suðuroyartunnilin, at farleiðin til Suðuroyar skal ganga yvir Traðarhamar og umvegis tunnilsmunna í Djúpadali, fram við Skúvoynni til Sandvíkar.
Á borgarafundi á Sandi, 9. desember, løgdu undirritaðu, eftir áheitan frá Sandoyar og Skúvoyar kommunu, fram eina aðra linjuføring, sum hevði tunnilsmunna vestan fyri og norðan fyri Sands bygd. Grundað á afturmeldingar, hava vit síðani broytt okkara uppskot nakað, so at tunnilsmunnin nú er innan fyri Múlan ístaðin fyri heimi á Ryggi millum Sandsvatn og Nykutjørn.
Fragreiding_um_Suduroyartunnil_og_farleid_til_Suduroy.pdf